Søgan

Barnagarðurin byrjaði virki sítt í 1931 í húsunum hjá Klett í Bringsnagøtu. Upprunaliga var barnagarðurin privatur og myndaður av Fransiskanarasystrum. Eingi skipað viðurskifti høvdu verið frammanundan viðvíkjandi barnaansing, - onkur konsulinna og aðrar "fínar frúur" í Havn høvdu tikist við eitthvørt sosialt hjálpararbeiði sosum at ansa børnum og seyma teimum klædnapløgg. Men tað nøktaði als ikki tann støðugt vaksandi tørvin, ið stóðst av, at alsamt fleiri kvinnur fóru út á fiskaplássini at vinna sær nøkur oyru. Hetta, umframt tað, sum traðarstykkið gav av sær til húsarhaldið, var gott íkast til ta til tíðir svikaligu lønina hjá fiskimanninum.

Men tá eins og nú var støðugt trot á stovnsplássum, og flutti barnagarðurin longu í 1933 í nýggj høli uppi undir Varða. Eitt skifti húsaðist barnagarðurin í tí endanum á Skt. Frans skúla, har sum gamla Mariukirkjan er. Men at vera granni kirkjunnar gjørdi mangan støðuna eitt sindur trupla, tí børnini vildu spæla ótarnað, samstundis sum systrarnar eisini høvdu eitt bønarlív at røkja.

Loysn fanst á hesum málinum, tá ið systrarnar valdu at nýta núverandi bygning til barnagarð burturav.

Bygningurin varð bygdur í 1967 og upprunaliga ætlaður skúlabørnum; men í 1968 varð barnagarðsvirksemið so flutt higar, og hevði hetta samstundis við sær, at langi bíðilistin hjá kommuni eftir ansingarplássum styttist, tí nú var brádliga pláss fyri 96 børnum mótvegis 60 í gamla barnagarðinum.

Vit halda enn til í sama húsi, men ásetingin er 85 børn.

Tað eru 5 stovur við 17 børnum og 3 starvsfólkum á hvørjari.

“Mangt broytist á mansins ævi!"

Í 1957 kostaði eitt stovnspláss 3,00 kr, men vóru tað systkin (2 børn), so kostaði tað 5,00 kr.

Og at vera í barnagarði í dag og fyri hálvtrýss árum síðan kann als ikki javnmetast. Tað vóru kanska 2 vaksin um 30 børn, og stundir vóru neyvan til annað enn at geva teimum at eta, troysta og tryggja sær, at tey vóru rein og væl ílatin, soleiðis at tey fingu spælt og trivust.

Vit kunnu so bara fegnast um, at "mangt broytist", og at tað pedagogiska arbeiðið og hugsjónin um at taka støði í tí einstaka barninum og menna tað út frá tí, hevur vunnið øðrvísi og fremri raðfesting frá samfelagsins síðu hesi farnu árini, - tó at málið, um enn arbeitt verður fram ímóti tí, neyvan nakrantíð verður rokkið, tí tíðirnar broytast, og vit broytast við.