Vit vilja og vit vænta

Vit vilja

  • Skapa eitt gott, jaligt umhvørvi fyri børnini, starvsfólkini og foreldrini
  • stuðla børnunum í samfelagsligu, sosialu og persónligu menning teirra
  • styrkja sjálvsvirði og sjálvsálitið hjá barninum
  • menna sjálvsbjargni barnsins
  • brúka málið og menna tað, læra barnið at orða seg
  • geva børnunum møguleika at brúka og styrkja kroppin
  • læra børnini atvera hjálpsom, sýna hvør øðrum fyrilit, hava ábyrgdarkenslu
  • at foreldrini fáa innlit í gerandisdagin hjá børnunum
  • fegin samstarva við foreldrini um menning og trivna barnsins
  • tosa opið, ærliga og virðiliga við foreldrini um øll viðurskifti, ið kunnu hava ávirkan á barnið - bæði góð og minni góð.

Vit vænta

  • At tit sum foreldur taka ábyrgd av menning barnsins
  • at foreldrini tosa virðiligt um børn, foreldur og starvsfólk á stovninum
  • at foreldrini hava álit á starvsfólkunum
  • at foreldrini tosa við starvsfólkini um ónøgd - ikki børnini ella onnur foreldur
  • at foreldrini eru opin fyri jaligum samstarvi
  • at foreldrini eru reiðilig í samstarvinum
  • at foreldrini møta til foreldrafundir, viðtalur og onnur tiltøk sum stovnurin skipar fyri.