Betri vinir
Í Sankta Jósefs Barnagarði ynskja vit ein tollyntan og jaligan barnafelagsskap. Fyri at stuðla hesum málum, hava vit valt at nýta tilfarið Betri vinir í barnagarðinum.
Betri vinir er ein fyribyrgjandi verkætlan ímóti happing. Tilfarið er ætlað til 3-6 ára gomul børn, fakfólk og foreldur. Barnabati stendur fyri verkætlanini, í samstarv við Mary Fonden og Red Barnet.
Tilfarið er samansett av námsfrøðiligum amboðum, sum gera tað lættari at styrkja barnafelagsskapin og fyribyrgja happing.
Betri vinir er grundað á eina nýggja fatan av happing, sum tekur støði í virðunum tolsemi, virðing, umsorgan og dirvi.
Tilfarið til Betri vinir er í einum kufferti, og hevur tilfar til børn, fakfólk og vaksin.
Til børnini er tilfarið til dømis Bamsa, samrøðutalvur/plakatir og massasjusøgur, sum gera tað møguligt hjá barnabólkinum at tosa um og spæla sær við virðini tolsemi, virðing, umsorgan og dirvi. Betri vinir tilfarið til tey størru børnini leggur upp til at tosa um felagsskap, vinarlag og arging í einum máli, sum børnini skilja. Vit tosa m.a. um munin millum at arga til stuttleika og at happa av álvara – og gera teir óvirknu áskoðararnar tilvitaðar um, at teir kunnu gera ein mun og geva teimum amboð at siga frá.
Hey, eg eri tín vinarbamsa! Mítt høvuðsendamál er at minna børnini á, at tey skulu ansa eftir hvørjum øðrum. Kuffertið inniheldur eina bamsu, ið hevur eginleikan at tosa við børnini og klemma tey. Síðani kunnu børnini fáa eina lítla persónliga bamsu, sum m.a. kann nýtast til eitt lítið prát ella at troysta.
Soleiðis hjálpir tú sum foreldur at fyribyrgja happing
1. Stuðla tínum barni at fáa ymiskar spæliupplivingar við ymiskum børnum í barnabólkinum.
2. Tosa pent um onnur børn, foreldur teirra og um starvsfólkini.
3. Tak væl ímóti nýggjum børnum.
4. Eggja tínum barni at siga frá og at stuðla og verja vinir.
5. Ver opin og jalig/ur, tá onnur foreldur tosa um trupuleikar hjá børnum teirra.