Hent at vita

Tá ið barnið byrjar í barnagarðinum.

Tað er ógvuliga stór broyting hjá barninum, tá ið tað skal flyta úr vøggustovu í barnagarð.

Tí er sera umráðandi, at tit sum foreldur seta tíð av, soleiðis at stundir eru til at venja barnið so líðandi til barnagarðslívið.


Upp og afturlatingartíðir

Mánadag - Fríggjadag: 7.30 - 17.00

Kl 7.30 Tvey starvsfólk lata upp

Kl 8.00-9.00 Er eitt starvsfólk úr hvørjari stovu til arbeiðis

Kl 9.30 Eru øll starvsfólkini møtt og børnini skulu vera komin.

Kl 14.00 Millummáli

Kl 16.30 Øll børnini, ið eftir eru, samlast á stovuni, sum letur aftur.

Kl 17.00 Barnagarðurin letur aftur.

Um barnið er sjúkt, hevur frí ella er seinka av einhvørji orsøk, eigur at verða boðað fá á stovuni í góðari tíð.

Minnist til at siga starvsfólkunum "góðan morgun" og "farvæl", so vit vita hvør er komin og hvør er farin.

Avheintan av børnum.

Vinarliga sigið frá inni á stovuni, um onnur enn tit foreldur avheinta børnini.

Vit í Sankta Jósefs Barnagarði átaka okkum ikki at lata børnini ganga einsamøll frá barnagarðinum til frítíðarítriv o.a. frá barnagarðinum. Børnini skulu avheintast av einum vaksnum.

Klæði.

Børnini skulu hava gummistyvlar, regnklæði, skiftiklæði, inniskógvar og hosir/sokkar liggjandi í barnagarðinum. Um veturin skal barnið hava heita drakt, troyggju, hosir, vøttir og húgvu.

Klæðini skulu verða merkt við navni. Vit taka onga ábyrgd av ómerktum klæðum.

Barnagarðurin hevur ikki eyka skiftiklæðir.

Foreldrini hava ábyrgd av, at garderoburúmið hjá barninum er ruddiligt, og at børnini hvønn dag hava neyðugu klæðini við.

Heilivágur og sjúka.

Barnagarðurin hevur ikki møguleika at taka ímóti sjúkum børnum. Heilivágur verður einans givin, um barnið hevur varandi sjúku. Verður barnið sjúkt á stovninum, ringja vit eftir foreldrunum.

Børnini eru frísk, tá ið tey kunnu vera við í øllum spæli og virksemi, bæði úti og inni.

Í samband við sjúku í barnagarðinum, fylgja vit vegleiðingini hjá Sundhedsstyrelsen:

SMITSOMME SYGDOMME HOS BØRN OG UNGE

Leikur

Barnagarðurin hevur leikur til børnini at spæla við. barnagarðurin átekur sær onga ábyrgd av leikum, ið børnini hava við heimanífrá.

Foreldrafundur og viðtalur

Árligi felags foreldrafundurin er um heystið.

Stovnurin bjóðar foreldrunum eina foreldraviðtalu um heysti, áðrenn barnið verður innskriva í skúla. Er tørvur á viðtalu um barnið, verður hetta avtala við starvsfólkini á stovuni.

Tagnarskylda

Starvfólkið á stovninum hevur tagnarskyldu.

Frídagar

Vit stongja 3 vikur um summarið og dagarnar millum jól og nýggjár. Um tørvur er á plássi hesi tíðarskeið, er ein dagstovnur í kommununi opin. Tekningin fer fram á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu.

Umframt at fylgja vanligu frí og halgidøgunum í álmanakkaárinum, hevur barnagarðurin 2. ráðleggingardagar árliga. Hesar dagar er barnagarðurin stongdur.

Gjald

Mánaðargjaldið eigur at verða goldið innan 01. í mánaðinum. Gjaldið er javnað á 11 mánaðir, soleiðis at Juli er gjaldsfríur.

Foreldragjaldið 1. Januar 2018 er 1640 kr fyri eitt barnagarðspláss.

Systkinaavsláttur

Foreldrini skulu ongantíð galda fyri meira enn eitt ansingarpláss. Foreldur rinda soleiðis bert fyri tað yngsta barnið.

Bóka pláss á dagstovni, flyta stovn og siga pláss upp á dagstovni.

Á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu: www.torshavn.fo finnur tú bókingarskipanina BARN.

Tú fært atgongd til skipanina við at trýsta á bjálkan til vinstru, nevndur BARN. Síðan ritar tú inn við MínLykil.

Hvussu fái eg MínLykil og MínBoks?

Á heimasíðunum www.minlykil.fo og www.minboks.fo ber til bíleggja sær hetta. Tað er sera lætt og ómakaleyst.

Eg havi longu fingið eitt pláss. Broytir tað mínar møguleikar at bóka eitt annað pláss í BARN?

Nei, tað broytir ikki møguleikarnar. Øll kunnu leita eftir og bóka sær eitt pláss í skipanini. Tað einasta tú skalt hava í huga er, at uppsagnarfreistin framvegis er 2 mðr. Um tú hevur eitt pláss frammanundan, kanst tú bert bóka eitt nýtt pláss 2 mðr. ella longur fram í tíðina.

Hvat geri eg, um eg ikki finni nakað pláss á nøkrum stovni til ta tíðina, eg havi tørv á tí?

So kanst tú royna at flyta dagfestingina og leita av nýggjum, og so bóka tað plássið, ið er tættast. Eisini kanst tú rita inn javnan og leita. Tí broytingar koma fyri, so hvørt fólk av ymiskum orsøkum siga pláss upp.

Hvat er ynskilistin?

Tú kanst skriva teg upp á ein sonevndan ynskilista. Tú kanst bert skriva teg upp á ynskilista til ein stovn.

Ynskilistin virkar á tann hátt, at tú velur eina dagfesting fyri, nær tú ynskir at barnið skal byrja á viðkomandi stovni. Um eitt pláss verður tøkt í tíðarskeiðinum millum 2 mðr. áðrenn og 2 mðr. eftir fyrrnevndu dagfesting, og títt barn er fremst á ynskilistanum, so fært tú boð um hetta í MínBoks við 5 døgum til at taka støðu í.

Um tú onki pláss hevur fingið í boði, tá 2 mðr. eru farnir út um dagfestingina, verður barnið strikað av ynskilistanum.

Børn, sum hava systkin á sama stovni, hava framíhjárætt á ynskilistanum.

Sostatt er ynskilistin ikki ein avloysari fyri bíðilistan og ikki nøkur trygd fyri ávísum stovnsplássi. Ynskilistin er ein eyka tænasta, sum serliga er ætlað til systkin, soleiðis at tey kunnu verða samlað á sama stovni. Men í tann mun ongi systkin eru á ynskilistanum, kunnu tøk pláss sjálvandi koma øðrum til gagns. Tí mugu foreldur ikki bert seta sítt álit á ynskilistan, men nýta skipanina soleiðis sum hon er ætlað. BARN er sostatt ein bókingarskipan, har foreldur fyrst og fremst bóka sær eitt pláss, tá teimum tørvar tað, og harnæst seta seg á ynskilista.

Tórshavnar kommuna er greið yvir, at tað er rættiliga avmarkað við tøkum vøggustovuplássum í løtuni, men arbeitt verður við at lata upp nýggjar stovur og stovnar. Boðað verður alment frá, tá hesi pláss eru tøk at bóka í skipanini.

Hvussu fái eg mítt barn inn á sama stovn, sum systkini eru á?

Tú mást bóka undir somu treytum sum onnur foreldur. Eydnast tað ikki, kanst tú skriva barnið á ynskilistan, sum gevur systkjum framíhjárætt. Sí svarið omanfyri.

Kann Snarskivan ella stovnsleiðari siga mær, hvussu útlitini eru fyri at fáa pláss?

Nei. Tað, sum brúkarin sær í skipanini í mun til tøk pláss, er tað sama sum kommunan sær. Vit vita ikki, nær fólk bóka, flyta ella siga upp eitt pláss, fyrr enn tað er gjørt, og í somu løtu sæst tað í skipanini.

Hví síggi eg ikki mítt barn í skipanini?

Skipanin hevur samband við fólkayvirlitið. Tvs. at upplýsingarnar um foreldur og børn, sum síggjast í skipanini, koma úr fólkayvirlitinum. Tá barn er borið í heim, er tað avvarðandi prestur, sum skrásetir og knýtir barnið at foreldrunum í fólkayvirlitinum. Um eitt barn ikki er at síggja í skipanini, er tað mest sannlíkt av tí orsøk, at barn og foreldur ikki eru knýtt saman í fólkayvirlitinum enn.

Í teimum førum, har foreldrini ikki eru gift, og pápin ikki hevur søkt og fingið felags foreldramyndugleika, sæst barnið bara, tá mamman ritar inn á skipanina.

Ein onnur orsøk kann vera, at títt barn ikki hevur føroyskt p-tal. Um so er, kanst tú á sjálvgreiðsluni á torshavn.fo søkja um at fáa eitt sovnevnt TK-tal, sum kann brúkast til p-talið er fingið til vega.

Kann mítt barn, sum er á stovni fáa farloyvi og venda aftur á sama stovn seinni?

Tað verður ikki veitt farloyvi frá ansing. Hevur tú ikki brúk fyri plássinum í longri tíð, mást tú siga plássið upp og bóka annað pláss, tá tú hevur tørv á tí aftur.

Eg búgvi á Argjum - kann eg bóka pláss í Hoyvík?

Ja. Við nýggju talgildu skipanini verður farið burtur frá dagstovnaøkjunum, og møguleiki er fyri at skriva barnið upp til júst tann dagstovnin, ein ynskir.

Eg havi onga teldu í løtuni. Hvussu kann eg bóka pláss?

Tú ert vælkomin at nýta teldurnar í forhøllini í Snarskivuni ella á Býarbókasavninum. Er hetta ikki gjørligt, mást tú royna at lána telduna hjá onkrum vini ella familjulimi.

Eg havi ikki MínBoks ella MínLykil. Hvussu bóki eg pláss?

Tú kanst koma í Snarskivuna við umsóknarblaðnum, sum liggur á heimasíðuni og í Snarskivuni. Snarskivan kann leita í skipanini og siga tær, hvørji tøk pláss eru til galdandi dagfesting.

Er tøkt pláss, skalt tú vátta á staðnum, um tú tekur av.