Stovnurin
Skipanin
Sankta Jósefs Barnagarður er sjálvsognarstovnur við nevnd og foreldraráði.
Stovnurin er normeraður til 85 børn, ið eru á 5 ymiskum stovum.
Nevndin
Louisa Smets Umboð fyri fransiskanarasystrarnar
Kári Durhuus Umboð fyri fransiskanarasystrarnar
Leivur Hansen Umboð fyri Tórshavnar kommunu
Anna Rein Foreldraumboð
Eyðfinn Olsen Foreldraumboð
Foreldraráð
Tjaldursstova: Torkil Olsen Tlf: 794289 olsentorkil@hotmail.com
Ternustova: Kirstin Joensen Tlf: 264863 kirstinjoe@gmail.com
Smyrilsstova: Martin Pætursson Hansen Tlf: 217090 mph_79@hotmail.com
Títlingsstova: Eyvind Akraberg Hansen Tlf: 510711 eyvind_akraberg@hotmail.vcom
Lundastova: Martin Andreas Kruse Tlf: 755050 martinandreaskruse@gmail.com
Hugskotið handan stovuheitini
Allar stovurnar eita fuglanøvn, og hava tær itið tað frá fyrsta degi. Fuglurin er í mangar mátar okkara tjóðareyðkenni, og livihátturin hjá fugli er hugtakandi. Fyrst byggir hann reiður, matar og hjúklar um ungar sínar, men so fáa teir tað kanska harða, men lívsneyðuga skumpið út í víðu verð at royna sínar veingir.
Um várið hátíðarhalda stovurnar dagin, tá teirra fuglur kemur til landið.
Siðir
Í barnagarðinum leggja vit okkum eftir bæði at halda góðar, gamlar siðir og taka við nýggjum. Eitt nú tosa vit við børnini um, hví vit halda jól og páskir, tá slíkar hátíðir eru.
Á jólum fara vit í katólsku kirkjuna til jólaguðstænastu. Føstulávintshald, føðingardagurin hjá barnagarðinum, jólakór, at dansa jólatræ, jóladøgurðin á hotelli, lucia-gonga, at syngja fyri teim gomlu á ellisheimum og øðrum stovnum eru tiltøk, sum vit leggja dent á, verða hildin í hevd.
Harumframt hava vit tvær evnisvikur um árið. Eina útiviku áðrenn summarferiuna og eina inni um heystið.
Firvaldar
Tá ið barnið er innskrivað at fara í skúla, verður tað firvaldur í barnagarðinum. Firvaldarnir hittast eina ferð um vikuna, at fara á rannsóknarferð.