TRAS

Í barnagarðinum verður eygleiðingarhátturin TRAS nýttur.

TRAS er á norskum ein stytting fyri Tidlig Registrering Av Språkudvikling. Á føroyskum siga vit Ansa tíðliga eftir málmenningini hjá børnum undir skúlaaldur.

Endamálið við eygleiðingini er at økja vitanina um og áhugan fyri málsligu menningini hjá børnum, so ein tíðliga kann hjálpa teimum børnum, sum hava málsligar trupuleikar, ella seinkaða málsliga menning.

Tilfarið vit brúka, fevnir um eina handbók við ástøðiligum frágreiðingum og praktiskum hugskotum til, hvussu børnini kunnu mennast málsliga, og einum eygleiðingarblaði, sum verður nýtt at ymiskum økjum innan samskifti.

Hesi øki eru: samspæl, samskifti, ansur, málfatan, málsligt medvit, úttala, orðagerð og setningsgerð. Hetta eru øki, sum hava stóran týdning fyri sosialu, kensluligu og fatunarligu menningina hjá barninum.