Vit vilja og vit vænta
Vit vilja
Vit vilja
- Skapa eitt gott, jaligt umhvørvi fyri børnini, starvsfólkini og foreldrini
- stuðla børnunum í samfelagsligu, sosialu og persónligu menning teirra
- styrkja sjálvsvirði og sjálvsálitið hjá barninum
- menna sjálvsbjargni barnsins
- brúka málið og menna tað, læra barnið at orða seg
- geva børnunum møguleika at brúka og styrkja kroppin
- læra børnini atvera hjálpsom, sýna hvør øðrum fyrilit, hava ábyrgdarkenslu
- at foreldrini fáa innlit í gerandisdagin hjá børnunum
- fegin samstarva við foreldrini um menning og trivna barnsins
- tosa opið, ærliga og virðiliga við foreldrini um øll viðurskifti, ið kunnu hava ávirkan á barnið - bæði góð og minni góð.
Vit vænta
Vit vænta
- At tit sum foreldur taka ábyrgd av menning barnsins
- at foreldrini tosa virðiligt um børn, foreldur og starvsfólk á stovninum
- at foreldrini hava álit á starvsfólkunum
- at foreldrini tosa við starvsfólkini um ónøgd - ikki børnini ella onnur foreldur
- at foreldrini eru opin fyri jaligum samstarvi
- at foreldrini eru reiðilig í samstarvinum
- at foreldrini møta til foreldrafundir, viðtalur og onnur tiltøk sum stovnurin skipar fyri.